Góðan morgun Føroyar

Klippfisk gevur tær 48 tímar til at gera ein film
14-11-2018
Tað skal arbeiðast skjótt, tá Klippfisk bjóðar royndum sum óroyndum til filmskapping.

Um vikuskiftið bjóðar Klippfisk øllum, ið hava hug, at taka lut í filmskapping.

Evnið verður kunngjørt fríggjakvøldið, og eftir tað hava fólk 48 tímar at gera filmin lidnan.

Eingi krøv verða sett til førleikar ella útgerð.

Tað ber væl til at gera ein góðan film við eini fartelefon, sigur Beinta Haraldsen, sum er leiðari í Klippfisk.

Besti filmurin vinnur 10.000 krónur og verður eisini

sýndur á Geytakvøldinum í Norðurlandahúsium 23. februar, 2019.

Í fjør vóru ikki færri enn 60 luttakarar, og 19 filmar vórðu gjørdir.

Beinta Haraldsen vónar, at undirtøkan verður eins góð í ár.

Tekna teg sum einstaklingur ella bólkur við at senda navn/nøvn, teldupost og telefonnummar til klippfisk@klippfisk.fo

Nærri kunning á facebook-tiltakinum her.

Heili tríggir filmar frá filmskappingini í fjør vórðu tilnevndir til Geytan 2018.

Sí stuttliga vinnarafilmin frá filmskappingini hjá Klippfisk í fjør her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024