Gera tað hóvligari hjá skúlum at samstarva

18.11.2018 - 18:20
InnlendisSamfelag
Gera tað hóvligari hjá skúlum at samstarva
Rákið er, at smáu skúlarnir og stóru skúlarnir samstarva. Tað er gott, heldur landsstýriskvinnan í mentamálum.

Men hon fer kortini ikki at krevja, at skúlar kasta saman.

41 fólkaskúlar og tríggir frískúlar eru í Føroyum í dag.

Lutfalsliga fáa smáu skúlarnir eina stóra játtan, verður gjørt upp eftir játtan til hvønn næming.

Einstakar royndir eru

Einstakar royndir eru við tílíkari samskipan. Skúlin í Dímun samstarvar við Skúlan á Fløtum í Havn.

Skúlin í Dímun hevur kortini varðveitt sína játtan, so tað er ikki ein sparing, men eitt menningartilboð.

Tað sama er galdandi fyri skúlan í Mikladali og Trøllanesi, sum hevur verið samskipaður við skúlan við Skúlatrøð í Klaksvík.

Í frágreiðingini um fólkaskúlan, sum landsstýriskvinnan legði fyri løgtingið hósdagin, stendur, at størsta motivatiónin at smáir skúlar og stórir skúlar samstarva, eigur at vera tann fakligi parturin.

Ein týðandi vansi er óttin og mótstøðan í lokalsamfelagnum, stendur eisini í frágreiðingini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652