Hava havt veruligar samráðingar

bannari
18.11.2018 - 16:56
InnlendisSamfelag
Hava havt veruligar samráðingar
Stjórin á Lønardeildini kennir seg ikki aftur í útsøgnini hjá forkvinnuni í Ljósmøðrafelagnum

Tað passar ikki, sum ljósmøðurnar siga, at tær ikki hava verið til veruligar samráðingar við lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Tað sigur stjórin, Jan Mortensen. 

Forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum, Annika Hoydal, metir ikki, at talan hevur verið um veruligar  samráðingarnar millum ljósmøðrafelagið og Lønardeildina hjá Fggjarmálaráðnum. Orsøkin er, at tey sum hava tikið sær av samráðingunum hava ikki havt tær røttu heimildirnar, sigur hon. 

Men Jan Motensen sigur, at støðan er ikki, sum Ljósmøðrafelagið vil vera við. 

- Samráðingarleiðarar hjá okkum hava altíð heimild til at samráðast, men tað merkir ikki at landsstýriskvinnan er við til allar samráðingar, tað er faktist sjáldan, at hon er við, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652