Meg minnist

Meg minnist: Bárður Jákupsson um Heðin Brú (2:2)
19-11-2018
Jógvan Arge tosar við Bárð Jákupsson um pápan og rithøvundin Heðin Brú. Seinna sending

Heðin Brú var sjálvstýrissinnaður javnaðarmaður. Upprunaliga var hann sjálvsstýrismaður, men í teimum ringu 30unum tók hann undir við javnaðarhugsjónini. Í 1950 var hann í uppskoti til løgmann.

Honum dámdi illa tað politiska keglið millum sjálvsstýri og samband. Hann tók við sum búnaðarráðgevi og ferðaðist nógv um landið. Hansara stóra gjøgnumbrot var skaldsøgan Feðgar á ferð, sum kom út í 1940. Hetta er hansara høvuðsverk, sum er týtt til nógv fremmand mál.

Seinni komu fleiri stuttsøgusøvn og nakrar skaldsøgur aftrat. Hann skrivaði prosayrkingina Fedrana tala til Kommunuskúlan í Havn og endaði við áhugaverdum endurminningum.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023