Verkfalsrættur kemur í aðru røð

bannari
26.11.2018 - 12:19
Innlendis
Verkfalsrættur kemur í aðru røð
Støðan er so mikið álvarslig á føðideildini á Landssjúkrahúsinum, at vit ikki taka atlit at verkfalsrætti, sigur Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri

Tað kann koma at standa um lív á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. So mikið álvarslig metir Jóanis Erik Køtlum, sjúkrahússtjóri, støðuna vera. 

Sambært honum skulu barnakonurnar í Føroyum ikki kenna seg tryggar.

Tískil setti sjúkrahússtjórin tvær danskar ljósmøður til arbeiðis leygardagin, tá Ljósmøðrafelagið herdi verkfallið og strikaði øll undantøkini. Talan er um tvær danskar ljósmøður, ið eru tengdar at eini vikarstovu í Danmark. 

Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum, segði við útvarpið leygardagin, at hon harmast um, at vikarstovan í Danmark ikki virðir verkfalsrættin hjá teimum. 

Danska ljósmøðrafelagið ilskast somuleiðis á verkfalsbrótarar, sum tey sjálvi taka til. Lillian Bondo, forkvinna í danska ljósmøðrafelagnum, segði við útvarpið í gjár, at hetta ikki kann góðtakast.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819