Diabetes-tilboð vrakað

06.12.2018 - 09:47
InnlendisHeilsa
Diabetes-tilboð vrakað
Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur nei takk til tilboð frá danska Novo Nordisk grunninum um at byggja eina diabetis-miðstøð í Føroyum.

Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur nei takk til tilboð frá danska Novo Nordisk grunninum, sum bjóðar sær til at byggja eina miðstøð fyri diabetes í Føroyum.

Avgerðin loypir hvøkk á Diabetisfelagið, sum ikki eingongd hevur fingið kunning um tilboðið, ið sambært felagnum hevði verið kærkomið hjá teimum 3000 til 4000 føroyingunum við diabetis.

Novo Nordisk byggir diabetesmiðstøðir

Um dagarnar frættist úr Grønlandi, at Novo Nordisk-grunnurin fer at byggja eina miðstøð fyri diabetes og aðrar lívsstílssjúkur í Grønlandi.

Verkætlanin er eitt samstarv millum grønlendska landsstýrið og danska grunnin, sum síðstu tvey árini hevur sett tilsamans seks milliardir krónur av til at byggja Steno Diabetes-miðstøðir í donsku regiónunum - og nú eisini øðrum pørtum av ríkinum.

Heilsu- og Innlendismálaráðið takkar nei

Men bara nakrar fáar dagar frammanundan tíðindini úr Grønlandi fær grunnurin bræv úr Føroyum.

Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur nei takk til eitt líknandi tilboð. Eingin grundgeving fylgir við brævinum úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum, undirskrivað av aðalstjóranum.

Samskiftu um líknandi tilboð í Føroyum

Jannik Hilsted hevur evstu ábyrgd fyri teimum játtanum til diabetes-verkætlanir, ið Novo Nordisk grunnurin veitir. Hann er fyrrverandi læknastjóri á Ríkissjúkrahúsinum, men síðstu trý árini hevur hann verið evsti læknaligi stjóri fyri Novo Nordisk-grunnin.

Jannik Hilsted er í hesum døgum í Grønlandi, júst í sambandi við at seta á stovn eitt Steno Diabetes Center Grønland. 

Jannik Hilsted vil ikki gera samrøðu um málið, men hann váttar fyri útvarpinum, at grunnurin hevur samskift við føroysku heilsumyndugleikarnar um at seta á stovn eitt tilboð í Føroyum.

Ætlanirnar sleptar

Spurdur um innihaldið í svarinum úr føroyska Heilsuverkinum, og hvat nú hendir í málinum, svarar Jannik Hilsted stutt, at tað mugu vit spyrja føroysku myndugleikarnar um.

Hann leggur afturat, at í løtuni eru ongar ætlanir um nakað samstarv. Einki Steno Diabetes Center Føroyar er ávegis.

Diabetesfelagið undrast

Tað loypir hvøkk á Diabetisfelagið í Føroyum. Sambært felagnum hava millum 3.000 og 4.000 føroyingar diabetes. Nógv tey flestu, okkurt um 90 prosent, hava typu-2 diabetis.

Maibritt Skoradal er forvinna í Diabetisfelagnum, og í sínum borgarliga yrki granskar hon eisini innan diabetes-økið. 

- Eg haldi, at tey mugu hava eina øgiliga góða grundgeving at siga nei til slíkt tilboð, sigur hon og undrast yvir, hví Diabetesfelagið ikki er blivið hoyrt í málinum.

Sambært Maibritt Skoradal hevði slíkt tilboð millum annað kunnað betrað um ta viðgerð, sum diabetessjúklingar í Føroyum fáa.

Men Diabetesfelagið er ikki blivið kunnað um tilboðið yvirhøvur, og tað harmast Maibritt Skoradal um. Hoyr samrøðuna við forkvinnuna í Diabetesfelagnum omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010