Politikarar mugu taka prinsippavgerð um stýrislim

07.12.2018 - 12:45
InnlendisHeilsa
Politikarar mugu taka prinsippavgerð um stýrislim
Fyrr fær Heilsumálaráðið ikki svarað Novo Nordisk grunninum um tilboðið um at byggja eina miðstøð fyri sukursjúk í Føroyum, sigur Sirið Stenberg:
Sirið Stenberg er ikki liðug við tilboðið frá Novo Nordisk grunninum.

Politiska skipanin noyðist fyrst at taka støðu til prinsippið um, at ein privat heilivágsfyritøka fær ein lim í stýrið fyri eina viðgerðarstøð í Føroyum, í føroyska sjúkrahúsverkinum.

Fyrr fær Heilsu- og Innlendismálaráðið ikki svarað Novo Nordisk grunninum endaliga um tilboðið haðani um at byggja eina miðstøð fyri sukursjúk í Føroyum.

Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur havt so nógv onnur stórmál í ár, at stundir hava ikki verið til at viðgera júst hetta málið liðugt eftir fundin við Novo Nordisk grunnin í summar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Sirið Stenberg sigur, at vit vita ikki enn, hvat hesin eini stýrislimurin hjá Novo Nordisk grunninum fær innlit í um føroyska fólkið og hvørjar persónsupplýsingar stýrislimurin fær.

Í stýrinum skulu vera fimm fólk, hini fýra skulu vera úr føroyska sjúkrahúsverkinum.

Sirið Stenberg sigur, at sjálvandi verður Diabetisfelagið tikið við í viðgerðina.

Hetta málið hevur einki við gransking í Føroyum at gera. Føroyingar kunnu enn sum fyrr søkja um granskingarpengar úr Danmark, sigur Sirið Stenberg. 

Diabetismiðstøðin, har fýra ella fimm fólk skulu arbeiða, skal ikki kosta Føroyum nakað.  

Novo Nordisk grunnurin hevur sett av seks milliardir krónur til at byggja Steno Diabetes miðstøðir í donsku landpørtunum, og eisini í Grønlandi og Føroyum. Fyribils fimm í Danmark og eina í Grønlandi. 


 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887