"Maturin er tað týdningarmesta á jólum"

07.12.2018 - 18:36
Mentan
"Maturin er tað týdningarmesta á jólum"
- leggur kokkurin Teitur Christensen dent á
Teitur Christensen, kokkur, rørir í sóini
Mynd: © Leivur Thomsen  

Tak niður

Vikuskiftissendingin var á gátt hjá Teiti Christensen, høvuðskokki í Fútastovu, har hann greiddi frá, hvussu honum sjálvum dámar at gera jóladunnu. Tað er ikki uppá tann "vanliga" mátan, sum er at steikja dunnuna heila við fyllu í. Teiti dámar heldur væl at skera dunnuna sundur, áðrenn hon verður tilgjørd, og gera ymsar rættir burturúr henni. Til dømis "konfiterar" hann dunnulørini - tað er at steikja í egnum feitti í ovninum. Bringuna saltar hann dagin fyri og steikir á pannuni, soleiðis at bringan fær ein ljósareyðan lit. Spurdur um, hvørt vandi av salmonella stendst av hesum, svarar Teitur, at tað ger tað ikki. Tað, tið tað snýr seg um, er, at bringan ikki fær ov nógv, so at øll sevjan fer úr kjøtinum. Hoyr eisini, hvussu Teitur ger eina kraftiga sós burturúr skrokkinum og sevjuni frá reyðkálinum

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Góðan morgun Føroyar 24. mai 2019
94838
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2019
94656
Hósdag 23. mai
Nón - 23.05.19
94813
Hósdag 23. mai
Góðan morgun Føroyar 23. mai 2019
94803
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. mai
Andglettur: Framsókn
94822
Mikudag 22. mai
Minnist tú enn? (11:13)
23373
Mánadag 20. mai
3-2
94700
Sunnudag 19. mai
Andakt við Pól í Skorini
94638