Óvist hvør fer at byggja undir Kongavarða

13.12.2018 - 08:58
InnlendisSamfelag
Óvist hvør fer at byggja undir Kongavarða
Ein fyritøka bjóðaði seg fram, tá freistin at bjóða uppá íbúðarbygging Undir Kongavarða fór. Men enn er óvist, hvør fyritøkan er.

Bara ein fyritøka bjóðaði seg fram, tá freistin at bjóða uppá lendi til íbúðarbygging undir Kongavarða fór fyri einum góðum mánaða síðan. Men enn er ikki greitt, hvørja fyritøku talan er um.

Samráðingar eru enn millum partarnar, og so leingi tær eru, fari eg ikki at siga, hvør fyritøkan er, sum hevur boðið seg fram at byggja leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum. Tað sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.

Sambært Anniku Olsen, so samráðast partarnir, men hon væntar at koma til eina niðurstøðu um áleið tríggjar vikur. Og ikki fyrr enn tá fær almenningurin innlit í, hvør fyritøkan er, sum ætlar at byggja.

Eitt krav í útboðnum var, at leiguíbúðir skulu byggjast á økinum. Greitt er, at talan er um omanfyri 100 íbúðir, men júst hvussu nógv omanfyri, vil borgarstjórin ikki siga.

Tað verður um mánaðarskiftið, at Tórshavnar kommuna kemur til eina niðurstøðu í málinum, sigur Annika Olsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585