Aksel: Rigmor gjørdi alt rætt á Glasi

bannari
17.12.2018 - 12:46
InnlendisPolitikkur
Aksel: Rigmor gjørdi alt rætt á Glasi
Ábyrgdin av meirnýtsluni á Glasi liggur onkustaðni millum Landsverk og BIG, sigur løgmaður, sum verjir landsstýriskvinnuna í mentamálum.

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur gjørt alt, sum hon skal gera í málinum um kollsigldu byggiverkætlanina við skúladeplinum í Marknagili í Havn. 

Tað er niðurstøðan hjá løgmanni, sum nú hevur lisið og viðgjørt frágreiðingina, sum Landsverk lat Samferðslumálaráðnum mikudagin í síðstu viku.

Løgmaður festir seg við, at í frágreiðingini hjá Landsverki verður víst á, at í upprunaligu sáttmálunum um at byggja Glasir eru mongdarlistarnir skeivir, og tí gerast rokningarnar størri enn upprunaliga væntað. Mistakið liggur hjá BIG, sambært Landsverki, og har stendur málið nú, sambært Akseli V. Johannesen.

Tí kemur ikki uppá tal at koyra Rigmor Dam til hús, sigur Aksel V. Johannesen, sum tó hevur eitt fyrivarni:

-Vísir tað seg, at politiskur meiriluti ikki er fyri at játta fleiri pengar til Glasir, tí at Rigmor Dam er landsstýriskvinna, so er Javnaðarflokkurin sinnaður til at loysa landsstýriskvinnuna úr sessinum, sigur Aksel V. Johannesen.

Eftir stendur spurningurin um politisku ábyrgdina. Ein ábyrgd, sum sambært andstøðuni í løgtinginum og eisini sjálvum løgtingsformanninum Páll á Reynatúgvu liggur hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, sum eigur skúlan.

Sambært løgmanni hevur Rigmor Dam gjørt tað, sum hon skal í hesum máli, og hon hevur tikið øll neyðug stig, tá hon varð kunnað um meirnýtsluna og tørvin á eykajáttan fyri at gera skúladepilin lidnan.

Løgmaður mælir somuleiðis tinginum til at bíða við at viðgera eykajáttanarumbønina frá landsstýriskvinnuni til eftir nýggjár. Tí tá sleppur tingið frá at játta pengar til staðfestu meirnýtsluna, og tá fæst væntandi meiriluti fyri at játta neyðugu pengarnar til at gera skúlan lidnan, sigur Aksel V. Johannesen.

Eykajáttanin varð løgd fyri løgtingið sum eitt skundmál, 6. november, men fíggjarnevndin vil ikki avgreiða tað. Ósemja er millum embætisfólkini í Fíggjarmálaráðnum og embætisfólkini í løgtinginum um, hvussu játtanarskipanin skal tulkast, og hvussu pengarnir skulu játtast.

Fíggjarmálaráðið tvíheldur um, at pengar, sum longu eru brúktir, koma fram um pengar, sum skulu brúkast. Men løgtingið vil ikki játta pengar, sum longu eru brúktir - tí tað kann tulkast sum at blástempla óheimilaða meirnýtslu.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Aksel V. Johannesen.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887