Árið, ið fór í mentan 2018

01.01.2019 - 17:30
Mentan
Árið, ið fór í mentan 2018
Vit viðgera føroyska filmsárið, bókmentaárið, leiklistaárið og myndlistaárið

Tak niður

Virksemið á føroyska mentanarpallinum er bæði fjølbroytt og rúgvismikið, og hesar umleið tveir tímarnar fara vit at nema við nakað av tí, sum farið er fram á føroyska mentanarpallinum í 2018.
Í februar mánað gjørdist tað Trygvi Danielsen, sum vann Geytan fyri filmin 111 góðir dagar, meðan Áskoðaravirðislønin varð latin Mariu Tórgarð fyri filmin Maðurin við Blæuni.
Og hvat er annars farið fram á føroyska filmsløriftinum farna árið? Tað fregnast vit um, tá vit fyrst í sendingini skifta orð við Gudmund Helmsdal, leikstjóra og nevndarlim í Føroyskum Filmsfólkum, Birgir Kruse, formann í Filmsfelagnum og í Geytanum, og Beintu Haraldsen, leiðara í Klippfiski, samstundis sum vit eisini fáa orðið á Tinu í Dali Wagner, ið er leiðari í nýstovnaða Filmshúsinum.
Á Bókadøgunum stutt fyri ársskriftið varð kunngjørt, at rithøvundurin Oddfríður Marni Rasmussen hevði vunnið skaldsøgukappingina, sum Føroysku Bókhandlararnir tóku stig til.
Men hvat hevur annars merkt føroyska bókaárið 2018, tá talan er um fagrar bókmentir? Vit spyrja Berg Djurhuus Hansen, bókmentafrøðing.
Virksemið á føroyska leikpallinum var sera umfatandi í 2018. Men hvussu hevur leikárið hildnast og hvat hevur eyðkent leikpallin farna árið? Hetta fara vit at umrøða saman við Birnu Heinesen, dramaturgi, og Jenny Petersen, stjóra á Tjóðpalli Føroya.
Hvat fór fram á føroyska myndslistaløriftinum í 2018 er høvuðsspurningurin, tá vit, saman við Solveig Hanusardóttir Olsen, listfrøðingi, og Kinnu Poulsen, ummælara, fara at umrøða myndlistaárið 2018.
Tú kanst hoyra sendingina her!

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. apríl
Tretivu ár síðan oyggjaleikirnar
93309
Mánadag 22. apríl
Hin miskunnsami samariubúgvin
93342
Mánadag 22. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
93730
Sunnudag 21. apríl
Tónaskaldið Jógvan Telling
93308
Sunnudag 21. apríl
Bolero páskadag 2019
93714
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. apríl
25 minuttir: Andrias Høgenni
93252
Mánadag 22. apríl
Hamradun - konsert í Tvøroyrar kirkju
93477
Mánadag 22. apríl
Møti
93735
Mánadag 22. apríl
Andaktin
93733
Sunnudag 21. apríl
Ein stór løta
93495