Vit eru væl nøgdar

06.01.2019 - 17:52
ÍtrótturFlogbóltur
Vit eru væl nøgdar
Vit komu seint ígongd, men sum heild hevur avrikið verið gott, sigur Malan Maria í Haraldstovu, liðskipari á føroyska U16 landsliðnum í flogbólti.

Føroyska U16 landsliðið í kvinnuflogbólti tapti í dystinum um triðjaplássið móti Svøríki í EM undankapping, sum hevur verið á Hálsi um vikuskifti.

At byrja við vóru Sviar við yvirlutan, men føroysku genturnar Føroysku genturnar góvu svenska liðnum skarpan gang, og vóru einaferð á odda 21-17 í triðja setti.

Kortini var úrslitið ein 3-0 sigur til Svøríki.

Størsta avbjóðingin hevur verið at spæla móti leikarum, sum eru væl størri enn tær føroysku, sigur Malan Maria í Haraldsstovu Weihe, liðskipari á føroyska liðnum.

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585