- Øll eiga at sleppa at ganga frítt í høgunum

12.01.2019 - 11:28
Lívsstílur
- Øll eiga at sleppa at ganga frítt í høgunum
- Eg havi sum principp, at eg spyrji ikki um loyvið, áðrenn eg fari í hagan, sigur Rúna Hjelm, sum gongur nógv í fjøllunum

Áhugin fyri at ganga í fjøllunum er vaksin nógv seinnu árini. Nú fara fólk ikki bara upp í fjøllini at gera ørindi. Fleiri fólk fara uppá fleiri tindar - uttan ørindi, men bert fyri at njóta gongutúrin og náttúruna. Rúna Hjelm er ein teirra, ið gongur nógv í fjøllunum.

- Tá eg fari í fjøllini eri eg nærverandi. Eg hugsi ikki um annað, enn at taka eitt stig í senn. Eg njóti eg vera í nú'inum, greiðir Rúna frá.

Rúna vil vera við, at øll skulu sleppa at ganga frítt í høgunum - uttan at spyrja bøndurnar um loyvi. Tó skal treyt fylgja við - tey, sum ganga í høgunum, skulu gera tað við ábyrgdini um at fara væl um náttúruna.

- Eg meini, at vit hava vunnið hesa hevdina í Føroyum, har mann hevur rætt til at fara í hagan uttan at spyrja um loyvið, sigur Rúna Hjelm.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887