Nón

Endamálið var at tryggja frið í Evropa
15-01-2019
Høvuðsendamálið við ES var at forða fyri kríggi, sigur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur. Grundarlagið verður neyvan skaka av brexit, heldur hann

ES-samstarvið byrjaði formliga í 1951 sum ein Kol- og Stáluniónin, og samstarvið varð stovna av teimum seks londunum Belgia, Frakland, Holland, Italia, Luksemburg og Týskland.

Avtalan var ein handilsavtala, men høvuðsendamálið var sum heild var at forða fyri kríggi, og at tryggja frið í Evropa, vísur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur á.

Bretland var ikki millum tey seks londini, sum stovnaðu ES, og eitt møguligt brexit fer neyvan at skaka grundarlagið undir ES, tí undirtøkan fyri ES er framvegis stór, heldur Hans Andrias Sølvará.

Nón hevur tosað við Hans Andrias Sølvará um søguna handan ES, hvussu ES hevur ment seg gjøgnum tíðina, hvørji argument hava verið fyri og ímóti ES, og hvønn týdning Brexit kann fáa fyri ES.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022