Góðan morgun Føroyar

Egholmarar hittast á Egholm í summar
17-01-2019
Í summar verður Egholm í Limfjørðinum í Danmark karmur um ættarmót. Mótið er ætlað øllum, sum eru í ætt við Egholmarar.

Upprunin til ættarmótið á Egholm, er, at Sverri Egholm sáli, sum eitt nú var ættargranskari, hevði hug at vitja oynna og ættargarðin saman við skyldfólki á sumri í ár 2001.

Men tíverri vildi so illa til, at hann brádliga andaðist beint áðrenn fyrireikingarnar. So kom steðgur í, men seinni fór sonurin, Øssur S. Egholm, undir at samskifta við Egholmbúgvar í 2003.

Oyggin er til støddar sum Skúvoy, men fløt sum ein pannukøka.

Egholm ferjan hevur siglt ímillum Egholm og Aalborg síðani 1972 við skiftandi skiparum, eisini føroyingum.

Tað tekur bara knappar 5 minuttir at sigla yvir um. Men hálvur tími er millum hvønn túrin.

Tey síðstu árini er ein størri ferja komin afturat fyri at avlasta gomlu ferjuna, so tær skiftast eftir tørvi at sigla.

Á sumri í juli 2011 var fyrsta ættarmótið. Tá hittust áleið 100 skyldfólk á oynni.

Tað var eitt ógloymandi vikuskifti, siga Øssur Sverrason Egholm og Maria Kristjansdóttir.

Nú eru tey farin undir at skipa fyri næsta ættarmótinum, ið verður 12. til 14. juli.

Meira kunning fæst her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024