Nón

Sera torført at finna semju
17-01-2019
Theresa May skal mánadagin leggja fram eina nýggja ætlan um Brexit, men tað er at kalla vónleyst, heldur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur

Theresa May, forsetisráðharri í Bretlandi, tapti týsdagin atkvøðugreiðsluna um skilnaðaravtaluna við ES, men í gjárkvøldið kláraði hon enn ein brotasjógv, tá misálitið móti stjórn hennara fall. 306 atkvøddu fyri misálitinum, men 325 atkvøddu ímóti. Theresa May fer nú at royna at fáa finna eina brexit loysn, sum skal leggjast fram mánadagin

Í gjárkvøldið helt hon stutta røðu aftaná atkvøðugreiðsluna, og segði, at hon metir tað framvegis sum hennara uppgáva, at finna eina loysn uppá Brexit, sum varð ynski hjá bretska fólkinum á fólkaatkvøðuni í 2016. Theresa May segði, at bretska parlamentið hevur nú víst á, hvat tað ikki vil og vrakað avtaluuppskotið hjá forsetismálaráðharranum. "Nú er uppgávan at finna útav, hvat parlamentið vil", segði hon í gjárkvøldið. Hon ætlar tí, at tosa við allar flokkar fyri at finna ein meiriluta og eina semju um eina nýggja Brexitavtalu ella ætlan.

Men tað verður ein sera torfør uppgáva, metir Regin Berg, stjórnmálafrøðingur. "Tað er at kalla vónleyst hjá Theresu May, at fáa semju í undirhúsinum um eina nýggja avtalu. Labour fer neyvan at lora nógv í sínum krøvum, og tað kann Theresa May heldur ikki, tí so er vandi fyri, at konservativi flokkur hennara fer í tvíningar". Tað vísur Regin Berg, stjórnmálafrøðingur á. Hann heldur, at tað er sannlíkt, at parlamentið fer at fara rundan um Theresu May, og royna at finna eina semju, men tað kann taka drúgva tíð, sigur Regin Berg.

Bretska undirhúsið fer at hava orðaskifti um næsta stigið í brexit-málinum 29. januar. Bretland skal fara úr ES fer úr ES 29. mars.

Lurtið eftir longri samrøðu við Regin Berg, stjórnmálafrøðing, sum vit tosaðu við í Nón.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022