- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Saman við familjuni var Jacob Thomsen millum tey fyrstu sum fluttu inn á Berjabrekku, og her hava tey trivist sera væl, hóast tað byrjaði eitt sindur buldrasligt við nógvum seinkingum.
Eyð Skúvadal var burtur av Berjabrekku eitt skifti og var uttanlands. Tá hon kom heimaftur vóru somu hús í Berjabrekku til sølu og hon keypti húsini aftur. Nú eru húsini tvær íbúðir. Eyð býr sjálv í neðra og á loftinum búgva dóttirin og ommudóttirin.
Verkstaðurin hjá Niels L. Arge á Kongabrúnni er á Berjabrekku, í kjallaranum hjá Herfinn Seloy, sum stendur fyri tí. Nú eru tey seks fólk og spenni og knappar til føroyska búnan og annað verður gjørt við hond.
Hans Andor Johannesen greiðir frá ætlanini við býlingshúsinum.
Nú er grivið út fyri 3. byggistigií Berjabrekku og Bogi Jacobsen, tekniskur leiðari í Bústøðum, greiðir hesi verkætlan.
Bárður Thomsen er uppvaksin í Berjabrekka, og nú býr hann saman við Bjartu Birgirsdóttir Lützen og teimum trimum børnunum, sum eru millum eitt og fimm ár, í hansara barnaheimi. Her trívast tey væl.