- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Gloymið ikki tannrøktina hjá djórum
22-01-2019
- Hvønn dag upplivi eg djór, sum hava trupulleikar við tonnunum, tí eigarar ikki geva sær far um týdningin av tannrøkt, sigur djóralækni
Nær hevur tú seinast bustað og kannað tenninar hjá tínum kelidjóri?
Uttan iva er tað langt síðani seinast, tí sambært djóralæknanum, Anniku P. Nørspang, hava nógv djór vánaligar tenn og munnheilsu sum heild.
- Nógv fólk, sum hava kelidjór, geva sær als ikki far um, at djórini kunnu fáa tannstein, bruna, hol og annað í munninum, júst eins og vit menniskju. Og tí er umráðandi, at tú sum eigari av einum djóri eisini ert tilvitaður um tannrøktina hjá djórinum, sigur Annika Patursson Nørspang.
Í morgunsendingini greiddi hon frá djórum og tannrøkt. Haraturat blivu spurningar frá lurtarum svaraðir.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024