- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tvey lítið kvøðin kvæði á nýggju útgávuni hjá Týr
22-01-2019
Ragnarskvæði og Álvur kongur eru kvæðini á Hel. Hetta er 8. studioútgáva hjá bólkinum.
Liðin eru heili seks ár, síðani Týr læt sína seinastu útgávu, Valkyrja, úr hondum.
Tað eru fleri orsøkir til, at so long tíð er gingin, sigur Heri Joensen, ið er sangari, gittaristur og sangskrivari.
Arbeiðslagið hevði verið ógvuliga hektiskt í fleiri ár, og viðhvørt vóru menn ikki heilt nøgdir við úrslitið.
8. mars kemur fløgan Hel út á plátufelagnum Record Blade. Heri Joensen heldur, at tónleikurin kanska er meiri fjølbroyttur hesaferð.
Terji Skibenæs og Gunnar Thomsen hava størri leiklut í sangskrivingini.
Tónleikurin er heldur myrkari og tyngri, enn hann plagar, sigur Heri Joensen, ið nú býr í Niðurlondum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024