Við Edvardi í myrkakamari

08.02.2019 - 18:34
Lívsstílur
Við Edvardi í myrkakamari
Hoyr, hvussu ein mynd verður til uppá tann gamla mátan
Myndin, sum Edward hevur tikið av báðum vertunum í Vikuskifti. Myndin er avmyndað við fartelefon
Mynd: Leivur Thomsen  

Edward er ikki nakar vanligur fotografur. Hann er mest áhugaður í gomlum myndatólum og hevur sostatt alla útgerð, sum skal til fyri at gera eina mynd uppá tann gamla mátan. Hann hevur keypt gomul fototól og keypir javnan film, fotopappír, framkalliløgir og alt, sum skal til hesa framleiðslu. Tað heilt serliga er, at Edward hevur eitt væl útgjørt myrkakamar. Fyrst fer negativið í eitt sonevnt "forstørrilsisapparat", sum so lýsir niður á eitt fotopappír í nøkur sekund. Hetta pappírið fer síðani í ein framkalliløg, har myndin spakuliga trínur fram á pappírið. Síðani skal myndin í "steðgiløg", sum er ein løgur, ið steðgar framkallingini. Eftir hetta skal myndin "fikserast", sum ger, at myndin ikki gulnar og fer at halda í nógv ár - ja, kanska í meiri enn hundráð ár. Tað seinasta stigið er, at myndin skal skolast í rennandi vatni. Hetta er, fyri at allir kemiskir løgir skulu skolast av myndini. Tað er umráðandi, at vatnið ikki er ov kalt, tað skal vera umleið 17 stig. Til seinast skal myndin heingjast upp at turka. Tá ið hon so er heilt turr, kann hon festast á stívt papp ella koyrast í glas og rammu. Myndagóðskan, ja, hon er fult á hædd við tað, sum vit kenna frá í dag. Edward sigur, at hóast ein verulig talgylt kiollvelting er farin fram á myndaøkinum, hevur analog fotografering ment seg við tíðini, tí hetta er eitt áhugamál, sum hevur stóra undirtøku runt um í heiminum. Tað týdningarmesta fyri Edward er, sum hann sjálvur sigur, at "tað tekur ta tíðina, tað tekur". Og úrslitið er eisini vert at bíða eftir. Hoyr prátið her

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584