Nón

Nón - TemaTýsdagur um Iran, 19.02.19
19-02-2019
Hvør var orsøkin til iransku kollveltingina í 1979 og hvat fingu iranar burturúr? Vit viðgera iranska samfelagið og nema eisini við mat og tónleik

Í hesum døgum eru 40 ár liðin, síðani iransku kollveltingina, har Shahurin var rikin frá valdinum og Khomaini, ayatollah, tók við eftir islamisku kollveltingina.
Hvør er orsøkin til kollveltingina í 1979 og hvat er tað fyri eitt samfelag, ið iranar fáa eftir kollveltingina? Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Hans Andriasi Sølvará, søgufrøðingi.
Shahin Gaini er føddur í Teheran. Vit hitta hálva iranan.
Vit fara eisini á gátt hjá Kirsten og Heina Olsen, sum seinrapartin í fimtiárunum flyta til Iran, har Heini starvast sum verkfrøðingur.
Hvønn leiklut hevur Iran í Miðeystri og í altjóða politikki? Og hvørjir eru átrúnaðarligu og hugsjónarligu grundarsteinarnir?
Hesir eru nakrir av spurningunum, ið vit skifta orð um við Heina í Skorini, ið er adjunktur, ph.d. í altjóða politikki. Heini vitjar Nón miðskeiðis í sendingini.
Iranski køkurin er bæði freistandi og fjøltáttaður, og í dag fer iranin Mehdi Karimi at borðreiða við einari sera vælsmakkandi iranskari falaffel-sandwich, samstundis sum hugleitt verður um eitt nú iranskan musikk.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022