Broytti heimurin rakar eisini Føroyar

23.02.2019 - 13:14
Útheimurin
Broytti heimurin rakar eisini Føroyar
Tá Føroyar útflyta fisk til Russlands og USA, ber ikki til at halda, at tað, sum hendir í heiminum kring okkum, ikki viðkemur tykkum, sigur Gram

Journalisturin Steffen Gram er avgjørdur, tá hann verður spurdur um støðu Føroyar á altjóða stórpolitiska pallinum.

- Útflyta tit fisk til Russlands? Ja. Hevur ES sett revsitiltøk í verk mótvegis Russlandi? Ja. Hevur USA sett revstiltøk í verk í móti Russlandi? Ja. Útflyta Føroyar fisk til USA? Ja. Tá tað er støðan, ber ikki til at halda, at tað, sum hendir kring okkum, ikki viðkemur Føroyum, sigur Steffem Gram.

Hann vísir á, at støðan í heiminum er broytt munandi seinastu 30 árini, at tær skipanir, sum eru uppbygdar, standa fyri hóttafalli og tað kann eisini raka Føroyar.

Steffen Gram er journalistur á Danmarks Radio og heldur fyrilestur í Spinnarínum í Klaksvík í dag klokkan trý.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691