Óseriøst vindútboð í Porkerishaganum

25.02.2019 - 12:14
InnlendisVinna
Óseriøst vindútboð í Porkerishaganum
Fortreytirnar eru grundleggjandi broyttar, tvær vikur undan freistini, sigur forstjórin í Magn, sum tí ikki fer at bjóða uppá vindmyllulundina

Vindmyllulundin í Porkerishaganum skuldi upprunaliga vera 12 megawatt, men fyrr í februar gjørdist greitt, at lundin minkar niður í helvt, niður í 6 megawatt.

-SEV hevur boðað okkum frá, at tey hava valt at steðga á við ætlaðu pumpuskipanini, og tí er ikki tørvur á so nógvari orku júst nú. Tað segði Ari Johannesson, sum umsitur elveitingarmál á Orkudeildini á Umhvørvisstovuni, við útvarpið í síðstu viku.

Hóast vindmyllulundin tódnar niður í helvt, so er freistin at bjóða framvegis 1. mars - tað er fríggjadagin:

Hendrik Egholm vissar um, at Magn hevði latið tilboð inn, um verkætlanin ikki varð broytt. Men sambært felagnum eru fortreytirnar nú somikið grundleggjandi broyttar, at tað ber ikki til hjá felagnum at bjóða uppá vindmyllulundina í Porkerishaganum.

- Tað er beinleiðis ósakligt at minka eitt útboð niður í helvt, tvær vikur áðrenn freistin at bjóða er úti. Vit hava ongan kjans at geva eitt nýtt tilboð við so stuttum skotbrá, sigur Hendrik Egholm.

Forstjórin í Magn vísir á, at felagið hevur arbeitt við hesum útboði í eitt ár. Eitt nú hevur tað tikið drúgva tíð at útvega bíliga fígging, ið er kappingarfør við ta fígging, sum SEV hevur atgongd til.

Í samrøðu við útvarpið í síðstu viku segði Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, at øll viðurskifti kring pumpuskipanina eru ikki liðugt kannað enn - og tí er neyðugt at taka henda partin burturúr verkætlanini. Og tí er ikki brúk fyri so nógvari vindorku júst nú. Eisini førdi stjórin í SEV fram, at neyðugt er at kanna aðrar møguleikar, til dømis at leggja ein elkaðal frá meginøkinum gjøgnum komandi Sandoyartunnilin og víðari um Suðuroyarfjørð. 

-Hetta eru fortreytir, sum hava verið kendar í longri tíð. Tí er beinleiðis óseriøst at koma við hesum, tvær vikur áðrenn tilboðini skulu latast inn, heldur Hendrik Egholm.

Sambært forstjóranum er vónleyst at arbeiða undir slíkum fortreytum.

- Útbjóðingin av vindmyllulundini í Porkerishaganum er eitt talandi dømi um, at neyðugt er at broyta elveitingarlógina. Og so mugu myndugleikarnir traðka í karakter, so skil er í, tá verkætlanir verða bjóðaðar út, sigur Hendrik Egholm.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858