Starvsmannafelagið: Arbeiðsvikan eigur at styttast

09.03.2019 - 14:12
InnlendisSamfelag
Starvsmannafelagið: Arbeiðsvikan eigur at styttast
Størsta fakfelagið í landinum setir nú 37-tíma arbeiðsviku á dagsskránna
Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum heldur, at stundin er komin at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar
Mynd: savnsmynd  

Starvsmannafelagið hevur aðalfund í dag, og klokkan 17 verður almennur pallborðsfundur, har umboð fyri politisku flokkarnar skulu taka støðu til at stytta arbeiðsvikuna í Føroyum niður í 37 tímar.

- Tað er væl hugsandi, at vit fara at krevja styttri arbeiðstíð til komandi sáttmálasamráðingar, sigur Súni Selfoss, formaður, sum nevnir, at strongd næstan er vorðin ein fólkasjúka.

Pallborðsfundurin verður stroymdur á facebook-vanganum hjá Starvsmannafelagnum.

Trýst á pílin og hoyr, hvussu formaðurin í Starvsmannafelagnum grundgevur fyri, at arbeiðsvikan eigur at styttast

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584