"Something Magical" er ársins útvarpshitt

12.03.2019 - 15:00
ListTónleikur
"Something Magical" er ársins útvarpshitt
Tveir sangir vóru nógv fremstir í atkvøðugreiðsluni á heimasíðuni hjá KVF, ið endaði við at "Something Magical" við VSJ varð ársins útvarpshitt 2018

Úrslitið varð kunngjørt í Leygardagssendingini, har tosað varð við VSJ og Inga Poulsen, ið eigur sangin á øðrum plássi.

"Something Macical" við VSJ fekk 809 atkvøður, (21%), meðan "Tá ið eg síggi teg" við Inga Poulsen fekk 622 atkvøður (16%). 3848 atkvøður vóru í alt.

Sangirnir á triðja og fjórða plássi vóru ógvuliga javnir. "Gev mær eina løtu" við Ólavi á Váli fekk 280 atkvøður (7%), og "Silvurlín" við Hans Marius fekk 279 atkvøður (7%).

Sangurin á fimta plássi, "Barbara" við Dánjali Gomez, fekk 216 atkvøður (6%).

10 teir best umtóktu sangirnir vórðu:

  1. Something Magical - VSJ
  2. Tá ið eg síggi teg - Ingi Poulsen
  3. Gev mær eina løtu - Ólavur á Váli
  4. Silvurlín - Hans Marius
  5. Barbara - Dánjal Gomez
  6. Evi Tausen & Stig Rossen - Still Time
  7. Páll Finnur Páll - Hyde
  8. Jasmin - Baby Blue
  9. Petur Háberg Jacobsen - Sig mær at eg droymi
  10. Danny & The Veetos og Ingi Poulsen - Einsemi

Vinnarin fekk sigursminni, sum Joel Cole hevur sniðgivið og framleitt úr føroyskum rekaviði.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819