Semja gjørd um prinsippið, vinna ongar pengar

12.03.2019 - 12:47
Lívsstílur
Semja gjørd um prinsippið, vinna ongar pengar
Semjan um myndirnar hjá Ellen Dahl í bókini hjá Framtíðini í Vági staðfestir prinsippið um upphavsrættin, sigur Rógvi N.Johansen, eftirkomari
Ellen Dahl tók myndir í yvir 60 ár

Semjan um myndirnar hjá Ellen Dahl í bókini hjá Framtíðini í Vági staðfestir prinsippið um upphavsrættin.

Og tað er avgerandi. Hetta var ikki eitt mál um pengar, siga eftirkomararnir.

Arbeiðsmannafelagið Framtíðin í Vági brúkti myndir hjá Ellen Dahl í einari bók uttan at spyrja tey, sum eiga myndirnar.

Semjan er eisini gjørd fyri friðs skyld, sigur Rógvi Nolsøe Johansen, sum er umboð fyri arvingarnar hjá Ellen Dahl, fotografi í Vági.

Ellen Dahl virkaði sum fotografur í 60 ár, frá 1930 til 1990.

Rógvi Nolsøe Johansen hevur brúkt 22 ár til at talgilda alt tilfarið, sum lá eftir hana. Tað vigaði 1,3 tons.


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010