Góðan morgun Føroyar

Ein síða av mær: Eg havi gjørt 1.000 sangir
13-03-2019
Teitur Lassen greiðir frá, hvussu hann hevur arbeitt hart fyri at gerast ein dugnaligur tónleikari

Teitur Lassen hevur gjørt umleið 1.000 sangir, harav eru bert 100 sangir aktivir - eru á útgávum, á útgávum hjá øðrum tónleikarum, í filmun o.s.fr. Hetta vil siga, at hann hevur gjørt nógvar sangir, sum ongin nakrantíð hevur hoyrt.

Í morgunsendingini í morgun greiddi Teitur Lassen frá, hvussu umráðandi tað hevur verið fyri hann at arbeiða nógv og at gera sær ómak fyri at gerast ein dugnaligur tónleikari. Og vit fingu eisini møguleika at hoyra okkurt, sum ongantíð er útgivið.

Eisini sigur hann, at hann er rættiliga konservativur, tá tað kemur til tónleikin. Tónleikur er til oyruni, ikki eyguni, sigur hann.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024