- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Illir andar heja í Sjónleikarhúsinum í Havn. Vit práta við leikarar og framleiðslustjóra í nýggjum spennings-spælifilmi, sum verður sýndur í Sjónleikarhúsinum frá hósdegnum 14. mars.
Darwin og klukkur herseta Tjóðsavnið leygardagin 16. mars kl. 14, tá Tjóðsavnið og Bókadeild Føroya Lærarafelags bjóða inn til eina øðrvísi og spennandi sanvsvitjan við skaldskapi og náttúruvísindum. Á skránni eru spennandi framløgur, rundvísing og klukkuveiða.
FMA, Faroe Music Awards var hátíðarhildið í Norðurlandahúsinum farna leygarkvøld. Niels Uni Dam kemur í útvarpsstovuna at eftirmeta tiltakið.
Fyri fyrstu ferð varð eitt klassiskt tónaskald kosið ársins nýggja navn á FMA, og tann heiðurin fekk Eli Tausen á Lava. Hann er 22 ár, lesir kompositión á musikkonservatoriunum í Malmø. Vit tosa við unga tónaskaldið.