Yvirlækni: Heilsumálaráðið skilir ei heilsuverkið

14.03.2019 - 12:37
InnlendisHeilsa
Yvirlækni: Heilsumálaráðið skilir ei heilsuverkið
Tummas í Garði finst hvassliga at Heilsumálaráðnum fyri manglandi forstáilsi og detailstýring, nú sjúkrahússtjórin tveitti handklæðið í ringin
Tummas í Garði, yvirlækni og fyrrverandi læknastjóri, eftirlýsir fakligt forstáilsi úr Heilsumálaráðnum, nú enn ein sjúkrahússtjóri stingur í sekkin.

Stýring niður í smálutir og manglandi álit á sjúkrahúsleiðsluna ger uppgávuna at standa á odda fyri sjúkrahúsverkinum vónleysa.

Tað sigur Tummas í Garði, yvirlækni og fyrrverandi læknastjóri, sum finst hvassliga at Heilsumálaráðnum, nú sjúkrahússtjórin Jóanis Erik Køtlum tveitti handklæðið í ringin eftir bara 14 mánaðum í stjórastarvinum.

Eftir fund við Heilsumálaráðið fríggjadagin, har staðfesta meirnýtslan á 11 milliónir krónur í fjør var umrødd, valdi Jóanis Erik Køtlum at siga seg úr starvi sama fríggjakvøld.

Hóast sjúkrahússtjórin valdi at fara sjálvur - hann varð ikki uppsagdur - so heldur Tummas í Garði, at íkomna støðan er talandi dømi um manglandi forstáilsi í Heilsumálaráðnum fyri tí sjúkrahúsverki, sum aðalráðið varar av.

-Tað finst lítil og eingin heilsufakligur kunnleiki í Heilsumálaráðnum. Tí er heldur einki forstáilsi fyri heilsuverkinum. Og tí fer alt at snúgva seg um rokniark og fíggjarætlanir, sigur Tummas í Garði.

Hann hevur hug at brúka myndina av einum nevndarformanni í risa fyritøku, sum situr við rokniarkinum og stýrir niður í smálutir:

-Neyðugt er at vísa leiðsluni álit til at fremja tað í verki, hon er sett til og hevur fakligar førleikar til, sigur yvirlæknin og fyrrverandi læknastjórin.

Tummas í Garði hevur starvast á Landssjúkrahúsinum í 19 ár. Hesi árini hevur hann havt ikki færri enn níggju stjórar.

-Tað gongur út yvir strategiska arbeiðið, ið stagnerar, sigur Tummas í Garði.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858