Kaj Leo: Sjálvt superstjórin sleppur ikki at stýra

15.03.2019 - 09:36
AktueltHeilsa
Kaj Leo: Sjálvt superstjórin sleppur ikki at stýra
Málið um leiðslustøðuna í sjúkrahúsverkinum verður reist á løgtingi. Kaj Leo Holm Johannesen vil hava at vita, hví stjórarnir ikki støðast
-Vit kunnu ikki fara við einum 'superstjóra' sum við einum barni, tá hann skal leiða føroyska sjúkrahúsverkið, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.

Tak niður

Kaj Leo Holm Johannsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur sett Sirið Stenberg ein skrivligan fyrispurning við tilsamans 10 undirspurningum um tað, sum sambært tingmanninum er at meta sum eitt "framhaldandi leiðsluligt kaos" í føroyska sjúkrahúsverkinum.

-Vit kunnu ikki hava eina skipan, har sjálvt ikki 'superstjórin' sleppur at leiða sjúkrahúsverkið, tí hann er niðurbundin av Heilsumálaráðnum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

Løgtingsmaðurin er sannførdur um, at Heilsumálaráðið hevur ikki víst stjóranum tað álit, ið hann hevur uppiborið:

Við útvarpið týskvøldið segði Sirið Stenberg, at uppsøgnin kom líka óvart á seg sum nakran annan - og landsstýriskvinnan kendi seg ikki aftur í grundgevingunum fyri uppsøgnini.

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini.

 
 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. august
Credo: Nýggjur hirði í Vestmanna
97949
Leygardag 24. august
Vælgagnist
97986
Fríggjadag 23. august
Tingið: Framtakið
97967
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. august
Andglettur - Tjóðveldi
97974
Hósdag 22. august
Andglettur - Framsókn
97938
Týsdag 20. august
Andglettur - Framtakið
97851
Mánadag 19. august
Andglettur - Miðflokkurin
97805