Nón

Fær íblástur úr tónleiki í telduspølum
15-03-2019
Tónaskaldið Eli Lava Tausen gjørdist "Ársins nýggja navn" á FMA leygarkvøldið. Hann fær millum annað íblástur úr telduspølum, og dámar metal-tónleik

Í ár er fyrstu ferð, at eitt klassiskt tónaskald varð kosið ársins nýggja navn á FMA, og tann heiðurin fekk Eli Tausen á Lava.

Eli Tausen á Lava er 22 ár og lesur kompositión á musikkonservatoriunum í Malmø, har hann byrjaði síðsta summar.

Tónleikur hevur fylt nógv í lívinum hjá Eli, og byrjaði hann at spæla viola sum 8 ára gamal. Hetta gavst hann tó við nøkur ár seinni. Sum tannáringur lærdi hann seg at spæla klaver, og tá lurtaði hann nógv eftir symfoniskum heavy metal tónleiki. Millum annað hetta birti ein áhuga fyri klassiskum tónleiki, og fór hann undir at skriva klassiskar kompositiónir.

Í 2015 fór hann á Musikskúla Miðnám, har hann hevði Sunleif Rasmussen sum lærara í kompositión.

Eli Tausen á Lava er sannførdur um, at yrkisleið hansara er at skriva tónleik. Hann heldur, at samstundis sum ástøðið skal verða í lagi, so er tað týdningarmikið at hava eina lætta, spælandi og stuttliga tilgongd til tað at skriva klassiskan tónleik. Hann sær eisini seg sjálvan sum ein opnan persón við einum lættum lyndi. Hetta heldur ahnn eisini hoyrist í hansara kompositiónum - tað lætta, spælandi og skemtiliga. Eli fær millum annað íblástur úr tónleiki í telduspølum, júst tí, at tónleikurin er lættur og skemtiligur, men samstundis forteljandi, livandi og spennandi.

Lurtið eftir samrøðuni við Eli, har brot verða spæld úr trimum av hansara kompositiónum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022