KRIS skipar fyri innsavning

15.03.2019 - 18:32
Lívsstílur
KRIS skipar fyri innsavning
Felagsskapurin fær játtan á fíggjarlógini, men hetta er ikki nóg mikið, tí talið av fólki, sum leitar sær hjálp frá Kris, er vaksandi
Beinta Pedersen, forkvinna í KRIS
Mynd: Leivur Thomsen  

KRIS er ein felagsskapur, sum veitir hjálp til fólk yvir 18 ár, ið hava verið fyri kynsligum ágangi sum børn. Kynslig misnýtsla av børnum í Føroyum er umfatandi. Beinta Pedersen, forkvinna í KRIS, sigur, at 150 vaksin fólk um árið seta seg í samband við felagsskapin at leita sær hjálp fyri seinárin av kynsligari misnýtslu. Vaksandi talið ger, at tørvur er fyri meiri peningi. Tí skipar stuðulsgrunnurin hjá KRIS fyri innsavning leygardagin 30. mars 2019. Um tú vilt luttaka í innsavningini, kanst tú seta teg í samband við KRIS á www.kris.fo ella á facebook. Hoyr Beintu Pedersen greiða frá í innslagnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628