Fráboðan um teldusníkar kemur fyrr

25.03.2019 - 12:49
InnlendisTøkni
Fráboðan um teldusníkar kemur fyrr
Gjaldstovan, Føroya Tele og Føroya Politi arbeiða nú saman um KT trygd. Dorit Reinert er trygdarleiðari í Gjaldstovuni:
Nógvir teldusníkar eru at ansa eftir.

Eitt samstarv skal stytta tíðina til fráboðan kemur um teldusníkar í føroyskum teldum.   

Gjaldstovan, Føroya Tele og Føroya Politi arbeiða nú saman um KT trygd. 

Dorit Reinert er trygdarleiðari í Gjaldstovuni.

Vit spurdu hana, hvat verður betri, nú samstarv er fingið í lag:

Samstarvið í Føroyum líkist Center for cybersikkerhed í Danmark.

Gjaldstovan umsitur KT trygdina í stórum parti av almenna KT undirstøðu-kervinum. 

Føroya Tele umsitur týðandi partar av øllum samskifti inn í landið. 

Løgreglan viðger ólóglig viðurskifti, eitt nú um roynt verður at bróta inn í KT skipanir í Føroyum.

Hesir tríggir partarnir skulu við upplýsing og við tøkniligum loysnum hjálpa føroyskum stovnum, fyritøkum og einstaklingum betur at verja seg móti KT álopum.

Fíggjarmálaráðið arbeiðir í hesum døgum við einum KT trygdar-rundskrivi, sum fer at seta størri krøv til almennar stovnar.



 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585