Russisk romantikk og londonsymfonikkarar

05.04.2019 - 18:42
ListTónleikur
Russisk romantikk og londonsymfonikkarar
Tveir tónleikarar úr London Symphony Orchestra vitja í Føroyum
Johannes Andreassen, Joost Boisdijk og Chris Richards avmyndaðir í Finsen
Mynd: Leivur Thomsen  

Um vikuskiftið verða tvær forvitnisligar konsertir. Hetta er tónleikur á hægsta altjóða støði. Tveir tónleikarar úr London Symphony Orchestra vitja í Føroyum. Teir eru klarinettleikarin Chris Richards og fagottleikarin Joost Bosdijk. At spæla saman við sær hava teir fingið klaverleikaran Johannes Andreassen. Vikuskiftissendingin var á gátt í Finsen, har tríbólkurin vandi. Konsertskráin fevnir um russiska romantikk við tónleiki eftir tónaskaldið Mikhail Glinka, sum skrivaði tónleik við støði í russiskum fólkatónleiki. Eisini spæla teir tónleik eftir Brahms. Tað er tann víðagitna sonatan í Eb dur. Sum rosinan í pylsuendanum spæla teir eitt stykki eftir føroyska tónaskaldið Kára Bæk. Hetta er eitt verk, sum varð tilnevnt Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri nøkrum árum síðani. Konsertirnar verða í Salt í Suðuroy leygardagin kl. 16 og sunnudagin í Finsen í Havn somuleiðis kl. 16. Hoyr innslagið við bæði práti og tónleiki

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851