Hon gekk sínar egnu leiðir

Hon gekk sínar egnu leiðir (1:2)
21-04-2019
Stutt eftir lokna skúlagongd flutti Elin Bjørg Højgaard sum 16 ára gomul til Keypmannahavnar. Ætlanin var at royna eydnuna sum “kunstnari”.

Elin Bjørg Højgaard var mitt í danska poppmeldrinum í sekstiárunum. Hóast hetta tíðarskeiðið var stutt, eydnaðist henni at liva lívið sum poppstjørna. Bólkurin nevndist The Golden Girls og var mannaður av fýra ungum kvinnum. Fleiri plátur komu frá bólkinum, men føroysku Elin Bjørg eydnaðist bert at vera við á tí fyrstu.

Stutt eftir lokna skúlagongd flutti Elin Bjørg Højgaard sum 16 ára gomul til Keypmannahavnar. Ætlanin var at royna eydnuna sum “kunstnari”. Hon hevði fyrifallandi arbeiði og fór upp í tónleikalívið í stórbýnum. Somuleiðis royndi hon seg til ymsar sangkappingar, og væl bar til. Tað eydnaðist henni at syngja seg til fyrstaplássið í kapping, ið Foreningen Norden skipaði fyri, og somuleiðis kom hon upp í sangkvartettina The Golden Girls.

Upphavsmaðurin handan bólkin hevði heilt greiðar ætlanir við hesari kvinnuligu kvartett. Umleið 200 ungar kvinnur høvdu svarað lýsingum hansara í bløðunum, og á heysti í 1964 vórðu fýra røddir útvaldar, og gyltu røddina átti Elin Bjørg Højgaard. Amerikanska sangkvartettin The Andrews Sisters var frymilin, og ætlanin var, at The Golden Girls skuldu sláa ígjøgnum, eisini uttan fyri Danmark. Stílurin var poppur, slagarar og evergreens.

Hans Egholm framleiddi

Hon gekk sínar egnu leiðir

Søgan um skapandi listakvinnuna, Elin Bjørg Højgaard. Elin Bjørg Højgaard var mitt í danska poppmeldrinum í sekstiárunum. Hóast hetta tíðarskeiðið var stutt, eydnaðist henni at liva lívið sum poppstjørna. Hans Eghom framleiddi. 
Annar partur um skapandi listakvinnuna, Elin Bjørg Højsted.
21-04-2019
Stutt eftir lokna skúlagongd flutti Elin Bjørg Højgaard sum 16 ára gomul til Keypmannahavnar. Ætlanin var at royna eydnuna sum “kunstnari”.
21-04-2019