Góðan morgun Føroyar

Tað stendur og fellur ikki við Magna Laksafoss
24-04-2019
Í dag skal løgtingið atkvøða um eitt uppskot hjá Magna Laksafoss um at loysa elnetið frá SEV

Árni Gregersen, journalistur og politiskur viðmerkjari heldur ikki, at samgongan stendur og fellur við Magna Laksafoss, og tí fara tey ikki at atkvøða fyri uppskotinum hjá Magna Laksafoss.

Líka síðani Kristin Michelsen varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum hevur minnilutasamgongan hjá Akseli V. Johannesen løgmanni, havt tørv á atkvøðuni hjá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni.

Í dag hevur Magni Laksafoss lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, sum millum annað leggur upp til, at elnetið verður loyst frá Sev og lagt í eitt sjálvstøðugt felag. Uppskotið leggur eisini upp til, at lættari verður hjá privatum elframleiðarum at bjóða seg fram at framleiða el frá vatni, vindi, sól, aldu ella sjóvarfalli - í kapping við Sev.

Ósemja er í samgonguni um hetta málið, og tí er ikki vist, at undirtøka verður fyri uppskotinum í Løgtinginum í dag. Og um tað ikki er undirtøka, so er ikki sannlíkt at Magni Laksafoss fer at taka undir við málunum hjá samgonguni. Tí siga summi, at løgmaður møguliga fer at skriva út val, um uppskotið fellur.

Árni Gregersen væntar tó ikki, at val verður útskrivað orsakað av hesum. Hann heldur ikki, at samgongan fer at lata seg trýsta av Magna Laksafoss. Samgongan kann altíð fáa stuðul frá øðrum enn honum til tey einstøku málini, men fellur okkurt uppskot hjá samgonguni, so er tað heldur ikki orsøk til at útskriva val, sigur Árni Gregersen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024