Kaðal millum Suðuroynna og meginøkið ein fortreyt

25.04.2019 - 11:24
InnlendisTøkni
Kaðal millum Suðuroynna og meginøkið ein fortreyt
Ein kaðal millum Suðuroynna og meginøkið er ein fortreyt fyri at Suðuroyggin skal hava 100 prosent grøna orku í 2030, sigur Terji Nielsen

Á aðalfundinum hjá SEV í gjár legði menningarleiðarin hjá SEV, Terji Nielsen, fram fýra møguleikar fyri elframleiðsluni í Suðuroynni, sum nevnd og aðalfundur seinni skulu taka støðu til.

Ein kaðal millum Suðuroynna og meginøkið er ein fortreyt fyri at Suðuroyggin skal hava 100 prosent grøna orku í 2030.

Sambært kanningunum er ikki vist, at tað er neyðugt við eini pumpuskipan í Suðuroynni.

Tað var í januar, at nevndin í SEV avgjørdi at steðga á við ætlanunum um at gera eina pumpuskipan í Suðuroynni og at møguleikarnir fyri einum kaðali skuldu kannast.

Avgerðin um fyribils at sleppa pumpuskipanini gjørdi, at Umhvørvisstovan noyddist at minka útboðið í vindmyllulundini í Suðuroynni niður í eina helvt - úr 12 megawatt niður í seks megawatt.

Hoyr samrøðu sum Óluva Zachariasengjørdi við Terja Nielsen omanfyri.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887