Góðan morgun Føroyar

Fegnast um viðurkenning frá Fuglafrøðifelagnum
01-05-2019
Andrias Reinert varð heiðraður fyri sítt drúgva og slóðbrótandi arbeiði føroyskum fugli at frama

Tá Føroya Fuglafrøðifelag hevði aðalfund 27. apríl, vóru fimm fuglfrøðingar heiðraðir. Teir vóru Bergur Olsen, Aksal Poulsen, Erik Mortensen, Jens-Kjeld Jensen og  Andrias Reinert.

Í grundgevingini, fyri at lata Andriasi Reinert heiðurslønina, stendur soleiðis: Andrias Reinert er at kalla undangongumaður Bergur Olsen, og setti hann sjøtul á at kanna og ringmerkja føroyskan lomviga.

Hetta førdi beinleiðis til, at fuglakanningarstøðin varð løgd aftrat Havrannsóknarstovuni og enn virkar í dag.

Andrias hevur tí havt avgerðandi týdning fyri alla sjófuglagransking í Føroyum.

Í Havn er hann eisini kendur fyri sínar royndir við føroysku gásini og øðrum húsdjórum, og hann gjørdi eisini forvitnisliga roynd at sleppa rýpum út sum veiðufugl í Føroyum.

Annars er hann kendur fyri sítt megnararbeiði innan menning av føroyskum havbúnaði og landbúnaði, og hevur hann sum heild lagt nógva vitan eftir seg um føroysku vistskipanirnar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024