Eykarokningin veksur

23.05.2019 - 13:19
InnlendisPengar
Eykarokningin veksur
Eykarokningin fyri H-bygningin á Landssjúkrahúsinum kann hækka næstan 30 milliónir krónur aftrat. Harvið táttar hon í 80 milliónir krónur

Fyrr í vikuni boðaði Heilsu- og innlendismálaráðið frá, at bygningurin verður 51 milliónir krónur dýrari enn ætlað. 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, segði við útvarpið týsdagin, at hon júst hevði fingið at vita, at bygningurin er dýrkaður 51 milliónir.

Men Heilsumálaráðið er eisini kunnað um, at nýggj krøv og ynskir, sum eru komin aftaná at byggingin byrjaði, kosta aðrar 27.7 milliónir krónur.

80 mió. kr. 

Samlaða upphæddin, ið bygningurin í so fall dýrkar, er næstan 80 milliónir krónur. Talan er millum annað um eina nýggja og øðrvísi ljósskipan til bygningin, ið sambært byggileiðsluni er betri egnað til ein sjúkrahús bygning. Ljósskipanin er mett at kosta 12 milliónir meira. Og so er eisini ynski um at fáa eina nýggja tilkalli- ella vaktarskipan, ið eisini dýrkar munandi um bygningin. Onnur krøv eru eisini. Bæði Landsverk og Sirið Stenberg vátta, at bygningurin kann dýrkar aðrar 27.7 milliónir aftrat teimum 51 milliónunum, sum higartil fráboðað. 

Sirið Stenberg er uttanlands og tað lá ikki fyri hjá henni at gera samrøðu í dag. Men hon higur, at tey fara at viðgera, um nevndu broytingar verða gjørdar. Málið hevur skund, tí tað er nú at leidningar og annað skulu dragast til eitt nú ljósskipanina. Verður avgerðin seinkað og neyðugt er at fara afturumaftur, kann væntast at tað verður enn dýrari. Sambært landsstýriskvinnuni, umfata tær 27.7 milliónirnar ikki einans alneyðugar meirútreiðslur, og tí skal ráðið fyrst viðgera spurnignin saman við byggileiðsluni hjá Landsverk. Men í síðsta enda er tað upp til løgtingið, um tað er sinnað at játta eykajáttan bæði tær 51 milliónirnar og tær 27.7 milliónirnar.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851