- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Peter Damgaard-Hansen, sum er psykologur og par-terapeutur, heldur fyrilestrar í Vesturkirkjuni í Havn í hesum døgum.
Hansara fakliga tilgongd tekur støði í einum samspæli millum likamliga, sálarliga og andaliga heilsu.
Hann vísir á, at tað at gráta er eitt framúr gott amboð í sorgini, men í okkara mentan er tað eitt so stórt tabu, at fleiri vaksin hava glomyt, hvussu man grætur.
Hóast hann er kristin psykologur, so roynir hann ikki at fortleja fólki, hvørjum tey skulu trúgva.
- Men eg spyrji altíð, um fólkini hava eina trúgv, tí tann vitanin kann vera góð barlast í okkara samrøðu, leggur hann dent á.
Leygardagin, 25. mai, frá klokkan 14 til 16.30 er fyrilesturin: Fá sátt og frið í hjúnalagið.
Tiltakið er ókeypis.
Til ber at lata eina gávu.