Góðan morgun Føroyar

Færri siga seg verða happað í fólkaskúlanum
29-05-2019
Í vikuni var ein stór kanning um happing og trivnað í føroyska fólkaskúlanum løgd fram. Kanningin vísir, at tað gongur rætta vegin við happing

Katrin av Kák, Olga Biskopstø og Erla Olsen á Fróðskaparsetrinum hava gjørt eina kanning um happing í fólkaskúlanum fyri Mentamálaráðið.

Tvær kanningar eru gjørdar um happing áður, og nýggja kanningin vísir, at tað gongur rætta vegin, tí í dag eru færri næmingar, sum siga seg vera fyri happing, enn í hinum báðnum kanningunum.

Í 2007 søgdu 15% seg vera fyri happing. Í 2015 var talið komið niður á 13%, og í dag eru 11%, sum kenna seg happað.

Trivnaðurin í fólkaskúlanum er øktur samsvarandi batanum við happing. Í 2015 vóru tað 82% av næmingunum, sum trivust væl, meðan talið í dag er 84%.

Munur millum stórar og smáar skúlar
Kanningin bendir á, at tað er munur millum stóru og smáu skúlarnar, tí tað verður minni happað í stóru skúlunum.

Mesta happing fer fram í fríkorterinum og tað at flenna, kalla, slatra og útihýsa er mest útbreitt.

Happing á netinum
Tað eru fleiri, sum verða happað á netinum enn í skúlanum. Hesin trupulleikin er lutfalsliga er á sama støði, sum í okkara grannalondum.

Hjá gentunum snýr happingin á netinum seg serliga um persónliga niðurgering, meðan dreingirnir í størri mun kenna seg útihýstar frá bólkum og spølum á netinum.

Fleiri tilmæli eru handað landsstýriskvinnuni í útbúgvingar- og granskingarmálum, Honnu Jensen.

Olga Biskopstø og Katrin av Kák greiddu frá kanningini í morgunsendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024