Høvdu fínan túr úr Lerwick til Føroyar

16.06.2019 - 13:28
InnlendisSamfelag
Høvdu fínan túr úr Lerwick til Føroyar
Tað sigur Suni Clementsen, sum var skipari á Norðlýsinum, sum saman við øðrum træseglskipum seinasta mánaðin hevur vitjað ymsastaðni í Danmark
Mynd: Sigrún H. Brend  

Skipini fóru úr Føroyum 2. juni, og á ferðini hava tey verið í Odensen, Aarhus, Helsingør og í Keypmannahavn. 

Ferðin hjá føroysku træseglskipunum at minnast 100 ára dagin fyri, at Merkið fyri fyrstu ferð varð borið fram í Danmark, nærkast nú endanum. Um middagsleitið stevndi Norðlýsið, inn á Havnina.  

Næsta leygardag, 22. juni, fara skipini til Tvøroyrar, og dagin eftir fara manningarnar til Merkisgudstænustu í Fámjin

Um kvøldið verða ymisk tiltøk í Salt, sum enda á Flaggsiglingina 2019, skrivar heimasíðan hjá føroyskum træseglskipunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819