- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stoltenberg ávarar Russland eina seinastu ferð
Russland hevur fleiri ferðir ikki hildið treytirnar í INF-avtaluni, sum varð gjørd í 1987. Avtalan bannar landbaseraðum kjarnorku-rakettum sum røkka millum 500 og 5.500 kilometrar.
Donald Trump, forseti í USA, boðaði í februar frá, at USA tekur seg úr avtaluni, sum sigst verða týdningarmesta avdubbingaravtala, sum nakrantíð er gjørd.
NATO má fyrireika seg til onga avtalu
– Vit heita áhaldandi á Russland um at venda aftur til fult og staðfest samstarv, men vit hava eingin tekin sæð um, at so verður. Tvørtur í móti heldur Russland fram at framleiða og staðseta SSC-8-rakettir, segði Stoltenberg á tíðindafundi í gjár.
Hann legði aftrat, at verjumálaráðharrarnir í NATO-londunum, sum í hesum døgum hittast í Brússel, eru samdir um, at NATO má fyrireika seg til ein heim við ongari INF-avtalu.
- Vit eru tí samdir um, at Nato fer at svara aftur, um Russland ikki vil samstrva. Okkara aftursvar verður verjukent. Vit ætla ikki at brúka kjarnorkurakettir á landi í Evropa, greiddi Stoltenberg frá, og legði dent á, at Nato vil ikki hava nýggja vápnakapping.
Avtalan kann bjargast
USA fer úr INF-avtaluni 2. august, men Stoltenberg metur framvegis, at avtalan kann bjargast.
– Russland hevur eitt at velja í, aftur at halda avtaluna og treytirnar í avtaluni, ella halda fram við ábyrgdarleysa og vandmikla atburðinum, og hava fulla ábyrgd fyri at avtalan fer fyri skeyti, segði Stoltenberg.
SSC-8-rakettir, - sonevndu Screwdriver-rakettirnar, kunnu ferðast upp í 2.100 metrar um sekundið, og minka ávaringartíðina nður í tveir minuttir.
Longu tíðliga í vár, í árligu talu síni í hernaðarliga samtakinum í Oslo tíðliga í vár, ávaraði leiðarin fyri norsku fregnartænastuna, Morten Haga Lunde, um nýggju screwdriver-raktettirnar sum eru einfaldar at handfara.
Tak niður
Sí eisini