Óvist um sjómenn sleppa undan gjaldi

17.07.2019 - 11:45
InnlendisSamfelag
Óvist um sjómenn sleppa undan gjaldi
Tað er ikki vist, at føroyskir sjómenn í Norra sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald, hóast Kærunevndin sigur tað. Málið er fløktari enn so

Føroyskir sjómenn í Norra skulu ikki vera vísir í at sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald, hóast kærunevndin hevur biðið Heilsutrygd gevast at krevja pengar frá manni, ið siglir við norskum skipi.

Maðurin kærdi til Kærunevndina í almannamálum, familjumálum og heilsumálum, sum gav honum viðhald.

Føroyingar, sum arbeiða í Noregi og gjalda til Folketrygd har, eiga ikki eisini at gjalda heilsutrygdargjald í Føroyum, sigur kærunevndin í niðurstøðuni.

Men áðrenn Heilsutrygd ger eftir boðunum frá Kærunevndini, fer stovnurin fyrst at spyrja seg fyri hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum, sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964