- Tíðindi, mentan og ítróttur
– Vit vita ikki so nógv
Fólk, sum høvdu bílagt ferðir frá ferðaskrivstovuni WeTravel, fingu seint í gjárkvøldið ella í nátt eini SMS-boð frá ferðaskrivstovuni um, at fyritøkan var farin á húsagang.
Kringvarpið hevur allan morgun roynt at fáa viðmerking frá Jacob Slyne og Niels Juel Nolsøe, ið stovnaðu og arbeiddu á ferðaskrivstovuni, men uttan úrslit.
Beint áðrenn útvarpstíðindini svaraði Jacob Slyne. Hann var eftir tilmæli frá sakførara sjálvur uttanlands. Sambært honum svarar ferðaskrivstovan øllum á upplýstari teldupostadressu. Hann var sinnaður at gera samrøðu við Kringvarpið seinni, men mátti fyrst tosa við sakførara felagsins.
Ferðafólk, sum hava keypt ferðir frá WeTravel, eru tó farin á flog til millum annað Mallorca í morgun. Elsebeth Davidsen og fleiri við henni hava keypt ferðir frá WeTravel. Tey fóru avstað tíðliga í morgun til Mallorca og lendu fyri lítlari løtu síðani.
WeTravel hevur sent fólk við Atlantsflog og við øðrum flogfeløgum. Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantsflogi, hevði í morgun ikki yvirlit yvir, hvussu nógv fólk vóru uttanlands við WeTravel.
Hoyr meira í innslagnum her.
Tak niður