DR við Ringrás at rudda Tjørnunesgjógv

11.08.2019 - 17:08
InnlendisUmhvørvi
DR við Ringrás at rudda Tjørnunesgjógv
Felagsskapurin Ringrás fer at rudda Tjørnunesgjógv við Velbastað í dag. Eitt sjónvarpslið frá DR verður við og ger upptøkur

Í dag skipar umhvørvisfelagsskapurin Ringrás fyri rudding í Tjørnunesgjógv við Velbastað. Ringrás hevur ruddað Tjørnunesgjógv einaferð fyrr, tað var 10. september í fjør. Nú hava tey kannað økið aftur, og nokk av ruski hevur hópað seg upp aftur.

Tað sermerkta við ruddingini í Tjørnunesgjógv hesaferð er, at danska DR verður við. Tey fara at gera sjónvarpsupptøkur, meðan ruddað verður, sum verða partur av einari sending um Føroyar.

Ingmar Valdermarson á Løgmansbø er ein stigtakarunum til Ringrás. Hann heldur, at júst túrurin í Tjørnunesgjógv er góður at dokumentera, tí tað ikki eingongd er eitt ár liðið, síðani tey ruddaðu har seinast. Tískil kann Ingmar vísa á, hvussu nógv dálking fer fram innan so stutta tíð.

Ruddingin verður heldur ikki nógv øðrvísi, hóast eitt upptøkulið frá Danmarks Radio verður við, men tað fer kanska við eitt sindur av tíð.

Ruddingin í ár er ikki eins umfatandi og í fjør, tí tá hevði órudd hópað seg upp í gjónni so leingi. Tey verða eini 10-12 fólk, men fleiri eru vælkomin at tekna seg inni á facebooksíðuni hjá Ringrás.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585