Flowin við nýggjum staklagi, 'When I Was A Kid'

13.08.2019 - 13:47
ListTónleikur
Flowin við nýggjum staklagi, 'When I Was A Kid'
Aftan á fimm ár í dvala er nú aftur nýtt at hoyra frá Flóvin Viderø, ið varð ein av høvuðsmonnunum í tónleikabólkinum Deja vu

Flóvin hevur sjálvur skrivað tónleikin, meðan Lena Anderssen eigur orðini saman við Flóvin. Tað er Niclas Johannesen, ið hevur framleitt lagið, og Óli Poulsen hevur ljóðblandað.

Seinastu árini hevur ikki verið nógv at hoyrt til Flóvin, men hann hevur skrivað nógvan tónleik og arbeiðir nú við at innspæla nøkur útvald løg. 'When I Was A Kid' er tað fyrsta í røðini, og talan er um ein sang, ið tekstliga leitar aftur til barnaárini og hugríka heimin hjá einum spælandi barni, har møguleikarnir eru endaleysir og tú ert kongur í tínum egna sandslotti.

Umframt Flowin sjálvan, ið syngur og spælir akkustiskan guitara, syngja Lena Anderssen og partamaðurin frá Deja Vu døgunum Líggjas Olsen kór við á lagnum. Niclas Johannesen spælir akkustiskan guitar, el guitar og synth, Óli Poulsen spælir bass og Matt Chamberlain spælir trummur.

Lagið er innspælt í Studio 57 í Hoyvík og ljóðblandað í Fix-N-Mix í Keypmannahavn.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887