– Barndómurin varð tikin frá mær

20.08.2019 - 17:10
InnlendisSamfelag
– Barndómurin varð tikin frá mær
26 ára gamla Marjun Tausen heldur, at tey, ið eru fyri kynsligum ágangi, ikki verða nóg væl loftað

Marjun var fyri kynsligum ágangi í aldrinum sjey til tíggju ára gomul. Hetta elvdi til, at barndómurin varð tikin frá henni.

Krenkarin varð dømdur, tá Marjun var 14 ára gomul, altso fýra ár eftir at ágangurin steðgaði. Maðurin fekk eitt ár treytaðan dóm og skuldi gjalda Marjuni 15.000 krónur.

Í dag er Marjun Tausen 26 ára gomul, men truplu barnaárini við  ágangi ávirka enn lívsgóðsku hennara. Marjun heldur, at skipanin í alt ov lítlan mun loftar teimum, ið eru fyri kynsligum ágangi. Hon heldur, at dómurin er alt ov linur, og at skipanin í alt ov lítlan mun veitir sálarfrøðiliga hjálp til tey, ið verða útsett.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652