Flogternur ávara um verkfall

20.08.2019 - 12:50
InnlendisVinna
Flogternur ávara um verkfall
Vandi er fyri, at flogferðslan verður løgd lamin, nú flogternurnar hava handað Atlantic Airways eina verkfallsávaring
Tilvildarlig mynd

Flogternurnar ætla sær í verkfall, um Føroya Arbeiðsgevarafelag og Atlantic Airways framhaldandi nokta at samráðast við danska Flyvebranchens Personale Union um ein nýggjan lønarsáttmála.

Hetta boðar fakfelagið hjá flogternunum, danska Flyvebranchens Personale Union, frá í tíðindaskrivi.

Í tíðindaskrivinum siga flogternurnar, at tær kenna seg ótryggar.

"Uttan ein sáttmála, og ta verju, ein sáttmáli gevur, torir eingin at vera álitsfólk fyri flogternurnar. Tí ynskja vit, at FPU samráðist vegna okkum. Við eini verkfalsávaring, vóna vit, at felagið skilir, at vit meina tað í álvara," verða limirnir í Súluni siteraðir fyri at siga.

Hoyr samrøðuna við næstformannin í Flyvebranchense Personale Union, Anders Mark Jensen, omanfyri. 

Vilja ikki samráðast við danskt felag

Verkfalsávaringin frá flogternunum kemur í kjalavørrinum á stríðnum um ein nýggjan sáttmála.

Stríðið byrjaði, tá flogternurnar hjá Atlantic Airways í fjør heyst einmælt samtyktu at lima seg inn í danska Flyvebranchens Personale Union, ella bara FPU, tí tær vildu hava danska felagið at samráðast um ein nýggjan lønarsáttmála fyri seg.

Hetta hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum samráðist vegna Atlantic Airways, noktað.

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil einans samráðast við føroyska felagið hjá flogternunum, sum eitur Súlan. Men Súlan hevur í løtuni onga nevnd og er tí ikki viðtøkufør, tí leiðslan í Atlantsflogi í juni segði upp bæði forkvinnuna og næstforkvinnuna í felagnum.

AA herðir stríðið

Í síðstu viku boðaði leiðslan í Atlantsflogi so frá, at fleiri av flogternunum, sum búgva í Keypmannahavn, nú skulu hava arbeiðsstað í Vágum.

Hetta tulkaði danska fakfelagið hjá flogternunum sum eina herðing av stríðnum um nýggja sáttmálan.

Stjórin í Atlantic Airways, Jóhanna á Bergi, vísti aftur, at avgerðin um at flyta arbeiðsstaðin hjá flogternunum hevði nakað við stríðið um nýggja sáttmálan at gera. Flytingin komst av bygnaðarligum broytingum.

Jóhanna á Bergi, stjóri, viðgekk tó, at Atlantsflog hevur havt avbjóðingar við starvsfólkum í danska høvuðsstaðnum. 

Les verkfallsávaringina hjá flogternunum við at trýsta á myndina niðanfyri. 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887