Millum sýrisk flóttafólk í Libanon

03.09.2019 - 16:12
Útheimurin
Millum sýrisk flóttafólk í Libanon
Sum umboð fyri Reyða Kross í Føroyum var Heiðrun Hammer fyrr í august mánað við Reyða Krossi í Libanon

Í Summarmorgun greiđir Heiðrun frá sínum upplivingum í flóttafólkalegunum í Libanon.

Heiðrun hevur eisini skrivað hesa áhugaverdu ferðafrásøgn á Facebook:

Heiðrun í Libanon

Fyrst í august var eg so heppin at sleppa sum sjálvboðin til Libanon saman við Reyða Krossi, at síggja hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi í økinum. Í hesi lítlu vikuni upplivdi eg eina rúgvu, bæði av góðum og av ringum.

Libanon er eitt lítið land á stødd við Jylland, tó við heili 6 milliónum íbúgvum. Av hesum 6 milliónum er 1/3 flóttafólk. Hesi flóttafólk eru í høvuðsheitum sýrar, ið eru flýddir frá borgarakríggi í teirra heimlandi.

Tað hevur verði fantastiskt at lært hesi fólk at kenna. Vit brúktu meginpartin av ferðini á teimum ymisku flóttafólkalegunum í Libanon. Alllastaðni vit fóru vóru vit møtt við gestablídni og kærleika, bæði frá børnum og vaksnum.

Børnini vóru serstakliga fegin at fáa vitjan. Tey vóru forvitin at vita hvaðani vit komu, og hvat vit gjørdu “heima” hjá teimum. Tey komu rennandi yvir til okkum og spurdi um vit tímdi at spæla. Vit brúktu nógva tíð saman við børnunum, meðan tey lærdu okkum nógv ymisk spøl og ramsur frá teirra barndómi í Sýria.

Tað var fantastiskt at hoyra um teirra dreymar. Tey vóru sera ivrig at fortelja okkum hvat tey vildu vera, tá tey blivu stór. Tey mest vanligu svørini vit fingu vóru “Politi”, “Hárfríðkari” og “Sangari”.

Men samstundis sum tað var eitt sera gott upplivilsi at møta hesum børnum, so var tað eisini ógvuliga ringt at skilja alt tað, ið tey høvdu upplivað í teirra stutta lívi. Nógv teirra hava mist foreldur, systkin ella vinir undir krígnum, og enn fleiri teirra liva við sálarligum avleiðingum av at hava vitnað so nógvan ræðuleika á einum so ungum aldri.

Vit brúktu eisini nógva tíð inni hjá foreldrum teirra. Tey vóru sera blíð og altíð klár at fortelja um lív teirra og hjálpa okkum at skilja hesa truplu støðu. Inni í hvørjum einasta húsi vit komu í, fingu vit bjóðað okkurt til matna ella ein vatnsopa.

Tað var ógvuliga rørandi at vera møtt við so nógvum gestablídni frá fólki, ið annars hava so lítið um hendi.

Tær samrøður, ið vit høvdu, varpaðu veruliga ljós á tann veruleikan, ið so nógv menniskju liva í. Samstundis var tað eisini flott at síggja, hvussu viljasterkar hesar familjur eru.

Teirra størsti dreymur var, at børn teirra kunnu fáa eina virðiliga útbúgving, soleiðis at tey ein dag sjálvi kunnu gerast sjálvbjarging og kunnu hjálpa øðrum í neyð.

Enn er ein langur vegur til at vit fáa loyst hendan stóra trupulleikan, og ein langur vegur til, at hesi menniskju aftur kunnu fáa eitt virðiligt lív í tryggleika. Reyði Krossur arbeiðir hvønn dag við at hjálpa hesum fólkum til ein betri gerandisdag. Hetta inniber alt frá at veita mat og drekka til sálarliga hjálp.

Nógvar eldsálir brúka alla teirra tíð og orku sum sjálvboðin, at hjálpa medmenniskjum, ið hava stóran tørv á tí. Vónandi gerst talið av hesum eldsálum størri, tí tað er ongin ivi um, at stórur tørvur er á tí.

Hóast vit liggja langt burturi, ber tíbetur eisini til at hjálpa her í Føroyum. Eitt nú ber til at gerast innsavnari til landsinnsavningina, har mann gongur við bússum frá húsi til hús at savna inn pening. Tað tekur áleið 2 tímar og innkomni peningurin verður brúktur til hjálpararbeiðið antin úti í heimi og her í Føroyum. Í ár fáa 4 innsavnarar enntá gávubræv á kr. 2000 frá Atlantic Airways.

Heiðrun Hammer Erlingsson.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819